

Føroyskur filmsskúli
Filmsskúlin Flogfisk hevur sum endamál at stuðla ungum filmsáhugaðum við at menna teirra førleikar innan filmsframleiðslu. Næmingarnir fáa undirvísing frá royndum lærarum innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu.
Skúlagongdin er í eitt ár – og alt er púra ókeypis!
Undirvísing og umstøðu
Undirvísingin fer fram í hugnaliga hølinum hjá Klippfisk í miðbýnum í Havn. Her eru biografur, klippiútgerð. Professionel kamera- og ljósútgerð verða nýtt til filmsframleiðslurnar.
Tíðarætlan og krøv
Undirvísingin fer fram eina ferð um vikuna á kvøldi, og harumframt verða nakrar verkstovur í vikuskiftunum. Hetta ger tað møguligt at lesa ella arbeiða við síðuna av. Næmingarnir skulu framleiða ein film til jólar og ein endaligan film á sumri, sum verða vístir í biografi.
Flogfisk søkir nýggjan árgang
Søk í seinasta lagi 1. august